Sáttmálasamráðingar | 30-03-2008 10.12
Semja um sáttmála fyri Postverk Føroya Semja er fingin um sáttmála fyri starvsfólkini, sum starvast hjá Postverk Føroya. Semingsmenninir løgdu í nátt semingsuppskot fyri Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum partarnir skuldu svara uppá í morgun kl. 09.00.
Báðir partar hava góðtikið semingsuppskotið.
Semjan er viðheft
|
Sáttmálasamráðingar | 26-03-2008 09.44
Semingin byrjar kl. 10.00 Í morgun kl. 10.00 byrjar semingin millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið um sáttmála fyri Postverk Føroya.
|
Sáttmálasamráðingar | 22-02-2008 12.25
Sáttmálasamráðingnar við Føroya Arbeiðsgevarafelag slitnaðar Sáttmálasamráðingarnar um sáttmála fyri starvsfólkini í Postverk Føroya við Føroya Arbeiðsgevarafelag eru slitnaðar og hava partarnir boðsent semingsmonnum.
Semingsmenninir Jógvan Amonsson og Alfred Petersen hava átikið sær uppgávuna at royna semju partanna millum. Enn er ikki ásett nær semingin byrjar.
|
Sáttmálasamráðingar | 23-11-2007 10.40
Sáttmálasamráðingarnar fyri Postverk Føroya Sáttmálasamráðingarnar við Føroya Arbeiðsgevarafelag um sáttmála fyri Postverk Føroya ganga væl, men tað tekur tíð, at fáa tillaga sátmálaøki til aðrar sáttmálar, sum Starvsmannafelagið hevur á økinum. Fundur verður aftur mánadagin 26. november, og miðað verður eftir einum úrsliti í hesum árinum.
|
Sáttmálasamráðingar | 17-10-2007 17.13
Sáttmálasamráðingarnar eru byrjaðar Í morgun kl. 10.00 byrjaðu sáttmálasamráðingarnar millum Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri Postverk Føroya.
Á fundinum handaðu partarnir síni krøv til broytingar í sáttmálanum, og tosaðu um gongdina víðari í samráðingunum.
Samráðingarnar ganga í einum positivum og góðum anda, og partarnir møtast aftur fríggjadagin 26. oktober 2008.
|
Sáttmálasamráðingar | 12-10-2007 14.22
Sáttmálasamráðingarnar byrja mikudagin. Mikudagin 17. oktober kl. 10.00 byrja sáttmálasamráðingarnar við Føroya Arbeiðsgevarafelag um sáttmála fyri starvsfólkini sum arbeiða hjá Postverk Føroya.
|
Sáttmálasamráðingar | 17-09-2007 15.08
Løn og eftirløn hækkar 1. oktober 2007 1. oktober 2007 hækkar lønin 2,2% og eftirlønin 1% fyri sáttmálaøkini við Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og S.E.V.
Hækkingin í eftirlønini verður løgd omaná tann persónliga partin, soleiðis at eftirlønin nú er samansett við 2% í samlagstrygging og 11.15 % í persónligari eftirløn.
Lønartalvan galdandi frá 1. oktober 2007 er at finna á heimasíðuni.
|
Sáttmálasamráðingar | 20-03-2007 15.52 Eftirlønargjaldið 12,15% Sambært semjuna við Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og S.E.V. hækkaði eftirlønin 1. oktober 2006 til 12,15%. Hetta verður býtt til 2 % í samlagstrygging og 10,15% í persónligari eftirløn.
Øll hækkingin í eftirlønini fram til 1. oktober 2009 verður løgd afturat tí persónliga partinum, soleiðis at pr. 1. oktober 2009 er 2% í samlagstrygging og 13% í persónligari eftirløn.
|
Sáttmálasamráðingar | 28-02-2007 14.41
Semjan við S.E.V. Sáttmálin er galdandi frá 1. oktober 2006 til 1. oktober 2010
|
Sáttmálasamráðingar | 28-02-2007 14.37 Semjan við KAF um Dagrøkt Sáttmálin er galdandi frá 1. oktober 2006 til 1. oktober 2010
|
Sáttmálasamráðingar | 28-02-2007 14.35 Semjan við Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya Sáttmálin er galdandi frá 1. oktober 2006 til 1. oktober 2010
|
Sáttmálasamráðingar | 28-02-2007 14.32
Semjan við Fíggjarmálaráðið Sáttmálin er galdandi frá 1. oktober 2006 til 1. oktober 2010.
|
Sáttmálasamráðingar | 28-02-2007 14.22
Nýggjur sáttmáli gjørdur. Kl. 11.30 skrivaðu Starvsmannafelagið undir nýggjan 4 ára sáttmála fyri limir okkara, sum starvast hjá Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og S.E.V.
SAemjan gevur øllum limum eina lønarhækking uppá 6,7% og eftirlønin kemur uppá 15% í sáttmálaskeiðnum. Harumframt eru umflokkingar gjørdar, og orðingar komnar í sáttmálan.
|
Sáttmálasamráðingar | 27-02-2007 23.36 Semingsuppskot verður lagt fyri partarnar Semingsuppskot verður lagt fyri partarnar í morgin mikudagin 28. februar kl. 08.00.
Áliitisfólkafundur verður á Hotel Føroyum kl. 9.45.
|
Sáttmálasamráðingar | 23-02-2007 13.54
Fíggjarmálaráðið lagt upp til tørførar samráðingar Leygardagin 24.02 kl. 14.00 á Hotel Føroyum byrjar semingsroyndin millum Starvsmannafelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðagevarafelagið og SEV hinumegin.
Semingin er undir leiðslu av Jógvani Amonssyni, grannskoðara og Alfredi Petersen, advokati.
|
Sáttmálasamráðingar | 09-01-2007 12.16
Sáttmálasamráðingarnar slitnaðar Á samráðingarfundi í gjár við Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og S.E.V. komu partarnir ásamt um, at her komst ikki á mál í samráðingunum og samdust um at boðsenda semingsmonnum.
Semja er um at heita á Jógvan Amonsson og Alfred Petersen um at átaka sær uppgávuna, og hava teir játtað hesum. Orsaka av arbeiðsumstøðum hjá øllum pørtum, so byrjar semingin um miðan februar, semingsmenninir áseta dagin tá semingin byrjar.
|
Sáttmálasamráðingar | 21-12-2006 16.30
Sáttmálasamráðingarnar blivu jólatrøll Mánadagin fekk Starvsmannafelagið eitt útspæl til semju frá Fíggarmálaráðnum, Kommunala Arbeiðarafelagnum og S.E.V. Starvsmannafelagið gjørdi sínar viðmerkingar til uppskotið um semju, og væntaðu vit, at innan jól kundi fáast greiða á, um møguleiki var fyri eini semju ella ikki. Men tað beliv tað ikki, so samráðingarpartarnir hava ynskt hvøjrum gleðilig jól, og at vit síggjast aftur næsta ár.
Gleðilig jól og gott nýggjar verður ynskt limum, viðskiftafólki og stovnum.
Starvsmannafelagið
|
Sáttmálasamráðingar | 16-11-2006 14.47
Sáttmálasamráðingarnar halda áfram í næstu viku Samráðingarfundur varð týsdagin 14. november við Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og S.E.V.
Nýggjir fundir er avtalaðir til at verða mikudagin 22. og hósdagin 23. november, og vóna vit tá at fáa eina hilling á, hvat er møguligt at koma ígjøgnum við og ikki.
|
Sáttmálasamráðingar | 10-11-2006 10.35
Sáttmálasamráðingarnar byrja nú aftur. Eftir ein støðg í samráðingunum, meðan semingsroyndin var við Pedagogfelagið, kemur gongd aftur á sáttmálasamráðingnar við Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og S.E.V.
Fundur er avtalaður til at verða týsdagin 14. november kl. 13.00.
|
Sáttmálasamráðingar | 10-11-2006 10.32 Sáttmálasamráðingarnar byrja nú aftur.
|
Sáttmálasamráðingar | 18-10-2006 10.15 Samráðingarnar halda áfram. Samráðingarfundur varð hildin mánadagin við Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og S.E.V., men enn fyriliggur einki ítøkiligt at taka støðu ti.
Nýggjur fundur er ikki avtalaður enn, tí óvist er nær semingsroyndin byrjar millum Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið´. Hetta verður greitt seinni í vikuni, og verður tá nýggjur samráðingarfundur avtalaður.
|
Sáttmálasamráðingar | 12-10-2006 11.01 Samráðingarnar halda áfram Samráðingarfundur varð í gjár við Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og S.E.V., og nýggjur fundur er avtalaður at verða aftur mánadagin 16. okt. kl. 13.00.
|
Sáttmálasamráðingar | 05-10-2006 12.29 Sáttmálasamráðingar Gongd er komin á sáttmálasamráðingarnar við Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og S.E.V.
|
Sáttmálasamráðingar | 02-10-2006 10.52 Sáttmálasamráðingarnar byrja í dag kl. 13.00 Í dag kl. 13.00 setast Fíggarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, S.E.V. og Starvsmannafelagið við samráðingarborðið at samráðast um nýggjan sáttmála, sum gekk út leygarkvøldið á midnát€t.
Hetta er fyrstu ferð. at felagsamráðingar eru við almenna og kommunalu arbeiðsgevararnar. Hetta eigur at verða ein fyrimunur fyri Starvsmannafelagið, nú møguleiki er fyri, at allir sáttmálarnir verða lidnir í senn.
|
Sáttmálasamráðingar | 06-09-2006 12.38
Sáttmálasamráðingarnar eru byrjaðar. Fyrsti samráðingarfundur við Fíggjarmálaráðið var í gjár, har partarnir løgdu síni krøv fram til nýggjan sáttmála sum skal koma í gildi 1. oktober.
|
Sáttmálasamráðingar | 31-05-2006 17.47
Dagrøktarar fingið sáttmála Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvmannafelagið hava í dag undirskrivað nýggjan fastlønarsáttmála fyri dagrøktarar.
|
Sáttmálasamráðingar | 20-04-2006 01.46 Verkfallið á Føroya Tele er av. Kl. 01.00 í nátt skrivaður Føroya Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið undir semingsuppskot, sum er ein sáttmálið í 3 ár og 10 mánaðir har 4,5% verður latið í lønarhækking og 4,5% í hækking í eftirlønini, harumframt er eitt lønarstig lagt afturat lægsta bólkinum, umframt aðrar broytingar í sáttmálatekstinum.
Seinasta semingsuppskot gav 8,3% í einum 4 ára skeiðið, og verður semjan umroknað til ein 4 ára sáttmála, er virðið 9,6%.
Semjan er hjáløgd.
|
Sáttmálasamráðingar | 18-04-2006 09.11 Nýggj semingsroynd í dag. Semingsmenninir Terji Sigrudsson og Petur Joensen hava kallað Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag til nýggjan semingsfund í dag kl. 10.00, at royna at fáa semju í træturni um sáttmála fyri starvsfólkini á Føroya Tele.
|
Sáttmálasamráðingar | 11-04-2006 15.11
Sáttmáli við Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya undirskrivaður Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvsmannafelagið hava í dag skrivað undir nýggjan sáttmála fyri starvsfólk í kommunalari tænastu.
Sáttmálin er á sama støði sum sáttmálin millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið, og er eisini ein 1 ára sáttmáli, sum gongur út 1. oktober 2006.
|
Sáttmálasamráðingar | 06-04-2006 20.59 Limafundur frígggjadagin 7. apríl 2006, kl. 11.00 Kunnandi fundur um verkfallstøðuna verður fyri limir felagsins, ið starvast á Føroya Tele, fríggjadagin 7. apríl 2006 kl. 11.00 í hølum felagsins J.H. Schrøtersgøta 9.
Nevndin
|
Sáttmálasamráðingar | 04-04-2006 16.56 Verkfall á Føroya Tele Semingsmenninir løgdu í morgun kl. 9.00 eitt semingsuppskot fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið, sum Starvsmannafelagið vrakaði.
Semingsuppskotið gav 3,8% í lønarhækking og 4,5% í hækking í eftirlønini í einum 4 ára sáttmálaskeiði.
Semingsuppskot er viðheft.
|
Sáttmálasamráðingar | 02-04-2006 10.46 Semingin byrjar í dag kl. 14.00 Semingsmenninir Terji Sigurdson og Petur Joensen, sum skulu royna semju millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið um sáttmálan fyri Føroya Tele, hava kallað partarnar saman í dag kl. 14.00 til at royna semju.
Í hesum sambandi er skrivstovan stongd frá mánadegnum og so leingi sum semingin varir.
|
Sáttmálasamráðingar | 17-03-2006 15.26
Semingsmenn komnir uppí samráðingarnar við Føroya Arbeiðsgevarafelag. Samráðingarnar við Føroya Arbeiðsgevarafelag um sáttmála fyri starvsfólkini á Føroya Tele eru slitnaðar og eru semingsmenn boðsendir at royna semju.
|
Sáttmálasamráðingar | 05-12-2005 11.07 Sáttmáli undskrivaður við S.E.V. Fríggjadagin 2. december varð sáttmálin við S.E.V. undirskrivaður. Sáttmálin er á sama støði sum sáttmálin við Fíggjarmálaráðið.
|
Sáttmálasamráðingar | 03-11-2005 13.21 Sáttmálasamráðingarnar við Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya eru byrjaðar.
|
Sáttmálasamráðingar | 20-10-2005 13.02
Semja undirskrivað Kl. 11.30 undirskrivaðu Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið undir semju.
|
Sáttmálasamráðingar | 18-10-2005 14.53 Veit Bárður hvat hann tosar um! Skipaðan arbeiðsmarknað!!!!
|
Sáttmálasamráðingar | 18-10-2005 12.33 Bárður Nielsen, landsstýrismaður ynskti 1 ára sáttmála.
|
Sáttmálasamráðingar | 14-10-2005 12.16
Starvsmannafelagið: Ja, til reallønarlækking í eitt ár, Landsstýrismaðurin: Nei. Starvsmannafelagið góðtók semingsuppskot um reallønarlækking í eitt ár, fyri at fáa”skipaði viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum”. Landsstýrismaðurin vrakaði uppskotið.
|
Sáttmálasamráðingar | 13-10-2005 15.28 Semingsuppskotið vraka! Kl. 08.00 í morgun løgdu semingsmenninir Jógvan Amonsson og Alfred Petersen fram semingsuppskot í sáttmálatrætuni millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
|
Sáttmálasamráðingar | 13-10-2005 14.27
Semingsuppskotið Kl. 07.30 í morgun løgdu semingsmenninir fram semingsuppskot fyri Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið
|
Sáttmálasamráðingar | 11-10-2005 10.46
Semingsroyndin byrjar. Í dag kl. 14.00 byrjar semingin.
|
Sáttmálasamráðingar | 03-10-2005 10.36
Sáttmálasamráðingarnar slitnaðar Semingsmenn eru boðsendir
|
Sáttmálasamráðingar | 13-09-2005 15.29 Sáttmálasamráðingar við Fíggjarmálaráðið halda fram.
|
Sáttmálasamráðingar | 07-09-2005 09.01 Sáttmálasamráðingar við Fíggjarmálaráðið halda fram.
|
Sáttmálasamráðingar | 01-09-2005 09.08
Sáttmálasamráðingarnar eru byrjaðar. Mikudagin 31. august byrjaðu sáttmálasamráðingarnar við Fíggjarmálaráðið.
|
Sáttmálasamráðingar | 23-06-2005 10.55 Rætting til grein í Starvsblaðnum Í Starvsblaðnum, sum júst er sent limunum, er ein feilur komin í greinina "Privati arbeiðsmarknaðurin kann ikki áseta lønarlagið".
|
Sáttmálasamráðingar | 03-05-2005 10.15
Sáttmálasamráðingar á almenna arbeiðsmarknaðinum. Startskotið til komandi sáttmálasamráðingar verður 10. mai 2005, tá Lønardeildin hevur boðið øllum almennum fakfeløg til eina verkstovu at tosa um komandi sáttmálasamráðingar. Les meira her |